Ronald Reagan
Hann helt fram við búskaparstevnu síni, tá ið hann var afturvaldur 6. nov. í 1984, men játtaði ógvuliga nógvan pening til vápn og ovurdýrar vápnaverkætlanir. Hetta elvdi til hall á fíggjarlógini, til at Amerika gjørdist skuldarbundin tjóð og til skrædl á virðisbrævamarknaðinum í 1987. Funnist varð eisini harðliga at Reagan hetta árið, tá ið tað spurdist, at embætismenn hansara høvdu selt Iran vápn fyri gíðslar og laið contrasdeildunum, ið bardust ímóti vinstrastjórnini í Nikaragua, vinningin. MorðroyndJohn Hinckley Jr. hevði sæð filmin Taxi Driver minst 15 ferðir og var trásettur av Jodie Foster, sum spældi við í filminum. Hann royndi fleiri ferðir at koma í samband við hana, men uttan eydnu, og tí gjørdi hann av, at fyri at hon skuldi geva honum gætur, noyddist hann at gera okkurt heilt serligt - at drepa amerikanska forsetan. So 30. mars í 1981 fór Hinckley til Hilton Hotel í Washington DC, har Ronald Reagan tann dagin skuldi halda røðu. Tá Ronald Reagan var liðugur við røðuna og var á veg aftur til bilin hjá sær, hoyrdust seks skot. Eitt rakti pressuskrivaran hjá Reagan, eitt annað rakti ein politist, og enn eitt skot rakti ein av lívverjunum hjá forsetanum. Tvey skot raktu bilin, og sætta kúlan stiklaði av bilhurðini og endaði undir arminum á Reagan, sum í skundi varð skumpaður inn í bilin og koyrdi avstað. Tey flestu vistu ikki beinanvegin, at forsetin var raktur. Skemtligi Reagan spurdi skurðlæknan, um hann var republikanari. Læknin var demokratur, men svaraði, at “í dag eru vit øll republikanarar”. Hinckley varð roknaður sum sinnissjúkur og bleiv tí dømdur at sita á sinnissjúkrahúsi. Tað gjørdi hann til 2016, tá hann slapp út. Hygg eisini at
|
Portal di Ensiklopedia Dunia