Robert A. DahlRobert Alan Dahl (føddur 17. desember 1915, deyður 5. februar 2014) var ein amerikanskur granskari av norskum uppruna. Hann var professori í stjórnmálarfrøði á fróðskaparsetrinum Yale. Hann er kendur fyri sítt sjónarhorn á, hvussu fólkaræðið skal skipast. FólkaræðiðDahl meinti at øll fólkaræðislig umboð skulu hava somu møguleikar fyri verða hoyrd og sædd. Tí skulu fjølmiðlar vísa allar politikarar fyri almenningin á ein neutralan hátt. Veljarin kann hugsa kritiskt. Samstundis verða avmarkingar lagdar á fjølmiðlar, tá talan er um, hvussu nógv tann einstaki politikarin kann eksponerast, meðan valstríð er. Tað eru 5 høvuðspunkt, sum liggja til grund fyri tað fullkomna fólkaræðið:
PolyarkiSambært Robert Alan Dahl er tað hugsjónaliga fólkaræðið ein hugsjón, ein utopi. Tað fullkomna fólkaræðið finst ikki. Men mann kann royna røkka tí. Hendan royndin at røkka tað fullkomna fólkaræðinum, kallar Dahl "Polyarki". Sum mótsetning nevnir mann "monarki". Har "monarki" er einaræði, er "polyarki" ein stýriformur, har fleiri ráða. Treytirnar, fyri at eitt samfelag kann vera polyarki, eru 7 í tali:
Keldur |
Portal di Ensiklopedia Dunia