Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens er bókmentavirðisløn, ið Tórshavnar Býráð letur á hvørjum ári.
Um virðislønirnar
Fyrsta virðislønin varð latin í 1958.[1][2] Nú á døgum verður Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens latin trimum fólkum, ið verða hildin at hava bókmentaligt og mentanarligt virði. Virðisløn verður latin fyri fagurbókmentaligt verk, fyri yrkisbókmentaligt verk, og fyri annað mentanaravrik. Hetta seinasta er t.d. bygdasøgur, endurminningar og verk um myndlist ella tónlist. Tær kunnu eisini latast fólki, sum verður mett at hava avrikað nógv fyri føroyska mentan á móðurmálinum.
Upphæddin verður ásett av Tórshavnar Býrað. Ein fimmmannanevnd ætlar um og ger av hvør ella hvørji, ið virðisløn skulu fáa. Tórshavnar Býráð velur tríggjar limir í nevndina, Rithøvundafelag Føroya ein og Fróðskaparsetur Føroya ein. Í skrivandi stund (2020) eru hesi limir í nevnd M.A. Jacobsens: Erling Isholm, Jákup Jacobsen og Høgni Joensen, valdir av býráðnum, Vár í Ólavsstovu fyri Rithøvundafelagið og Malan Marnersdóttir fyri Fróðskaparsetrið. Vónbjørt Vang býarbókavørður er skrivari. Eingin formaður er í nevndini, men fastur skrivari er býarbókavørðurin.[1][3]
Tað er treyt, at virðislønarverdu verkini eru skrivað á føroyskum máli. Hava føroyskir rithøvundar skrivað og givið út á útlendskum máli, eiga tær at verða týddar, áðrenn tær koma til umrøðu í virðislønarnevndini. Virðislønir fyri fagrar bókmentir og yrkisbókmentir kunnu bert latast fyri verk, sum eru útgivin.
Virðislønirnar verða latnar 17. september, sum er føðingardagur M. A. Jacobsens. Býráðsformaðurin handar vanliga vanliga teimum virðisløntu virðislønina saman við skrivi frá fimmmannanevndini, har tilskilað er, hvørji verk, virðislønirnar eru givnar fyri, og hvat nevndin metti gjørdi verkini virðislønarverd. Á sama hátíðarhaldi verður eisini Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs handað.
↑ fyri hansara virki innan film, tónleik og skaldskap
↑Hon fekk virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkingasavnið "Eg skrivi á vátt pappír". Í grundgevingini sigur nevndin soleiðis: Eg skrivi á vátt pappír er nýskapandi formliga og innihaldsliga. Heimurin er ein røð av uppliving-arfyribrigdum, sum savnið greinar á poetiskan hátt gjøgnum ævisøguligar hendingar og lýsingar av náttúru, atburði og tannárum. Skrivingin er í miðdepli, har “tann skrivandi er ein onnur”. Summar yrkingar eru myndalýsingar, og summar sitera opið ommuna og aðrar yrkjarar. Á henda hátt fær savnið vítt útsýni, eins og tann gerandisligi málburðurin er fyltur við eyka merkingum og frábrigdum.[10][3][11]
↑Hann varð heiðraður fyri yrkisbókmentir. Í grundgevingini sigur nevndin soleiðis: Mállæra 1 og 2 lýsa nútíðarføroyskt. Tær eru skrivaðar við støði í nútímans almennum ástøði um mál og í føroyskari málgransking í hesi øldini. Bøkurnar geva eina góða mynd av føroyskum máli í dag og eru týðandi íkast í mállærubókmentirnar.[10][3]
↑Hann varð heiðraður fyri mentanaravrik. Nevndin sigur soleiðis: Hann hevur á eyðskildum máli megnað at bera fram djúptøknar og torgreiddar tilveruspurningar og etiskar tvístøður fyri einum breiðum skara.[10][3]
↑Hann fekk M.A. Jacobsens virðisløn fyri mentanaravrik. Nevndin segði, at hann hevði halgað sína tíð sum eftirløntur til at geva okkum klassiskar heimsbókmentir á føroyskum máli. ”Eilif hevur ríkað okkum við heimspekiligum dýrgripum á móðurmálinum”[17]