1985 var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byjaði á einum týsdegi .
Hendingar
Nelson Mandela í 2008.
10. januar - Atli P. Dam verður løgmaður í Føroyum , og fer Pauli Ellefsen úr løgmansstarvinum.
17. januar - British Telecom boðar frá, at fyritøkan fer at minka um tær væl dámdu, reyðu telefonboksirnar.
4. februar - Markið ímillum Spania og Gibraltar opnar aftur, fyri fyrstu ferð síðani Francisco Franco læt tað aftur í 1969 .
10. februar - Nelson Mandela avgerð, ikki at taka av einum tilboði um at sleppa leysur úr fongsli, frá í Suðurafrikonsku stjórnini.
11. mars - Mikhail Gorbachev verður leiðari av Sovjetsamveldinum .
16. mars - 5 leyvur í Singaporska djóragarðinum verða settar av fyribyrgjandi tablett, tá leyvunum fjølgar frá 2 til 16 á stuttari tíð.
25. mars - Oscars virðislønin verður handað í Hollywood . Amadeus vinnur fyri besta film.
15. apríl - Suður Afrika upploysir eina lóg, ið bannar hvítum og svørtum at giftast.
4. mai - Eurovision Song Contest 1985 verður hildin í Gøteborg , Noreg vinnur við sanginum La det swinge .
14. juni - Schengen sáttmálin verður undirskrivaður.
17. juni - Discovery Channel verður sett á stovn.
3. juli - Back to the furture verður frumsýndur í amerikanskum filmhúsum, og verður hægst tjenandi filmur í 1985.
13. juli - Live Aid konsertir runt um í heiminum, savna heilar 50 milliónir pund. Peningurin verður nýttur til at berjast í mótir hungursneyð í Etiopia .
28. august - Heimsins fyrsta roykibann kemur í gildi, tá ein matstova í Colorado , USA , bannar royking innandura.
1. september - Vrakið av skipinum Titanic verður funnið á botninum á Atlantshavinum . Fleiri høvdu leitað eftir vrakinum uttan eydnu, síðani skipið sakk í 1912 .
13. september - Super Mario Bros. verður útgivið á spælistøðina Nintendo Entertainment System (NES) .
19. september - Ein stórur jarðskjálvti rakar Meksiko , og hevur við sær at 10.000 lata lív, 30.000 verða meiðslaði, og 95.000 verða heimleys.
Spælistøðin Nintendo Entertainment System (NES). 20. november - Microsoft útgevur fyrstu útgávu av Windows , og kallar hana Windows 1.0.
Ókendar dagsetningar
Tónleikur
Útgávur hetta árið
We are the World (USA for Africa)
Ítróttur
Kappróður
Fótbóltur
Føðingar
2. januar - Obi Ikechukwu Charles , nigeriskur fótbóltsleikari
5. februar - Cristiano Ronaldo , portogisiskur fótbóltspælari.
4. apríl - Bárður Dal Christiansen , føroyskur listamaður
2. mai - Nanna Øland Fabricius , donsk songkvinna
21. mai - Símun Samuelsen , føroyskur fótbóltsleikari
6. september - Marni Djurhuus , føroyskur fótbóltsleikari
17. september - John Tordar Poulsen , føroyskur fótbóltsleikari
24. oktober - Wayne Rooney , enskur fótbóltsleikari
21. november - Carly Rae Jepsen , kanadisk songkvinna
18. desember - Heidi Andreasen , føroyskur svimjari.
Andlát
Wikimedia Commons logo
Information related to 1985