AEK Athen (grikskt: Αθλητική Ένωσις Κωνσταντινουπόλεως, Athlitiki Enosis Konstantinoupoleos, "Atletik Felag Konstantinopels") er eitt grikskt fótbóltsfelag við heimstaði í Athen. Felagið varð stovnað í 1924 í Athen av tilflytarum úr Konstantinopel, stutt eftir grikska/turkiska kríggið, sum í Grikkalandi verður nevnt "Η μεγάλη καταστροφή", sum merkir "Tann stóra katastrofan". AEK Athen er tað felagið í Grikkalandi, ið hevur vunnið trið flest meistaraheitið, teir hava vunnið 12 meistaraheiti og 15 grikskar steypakappingar. Felagið hevur fleiri ferðir luttikið í evropeiskum fótbólti í UEFA Champions League og UEFA Europa League. Fyri fyrstu ferð í søgu felagsins varð besta mansliðið flutt niður úr griksku superliguni til næstbestu deildina kappingarárið 2012/13. Litirnir hjá felagnum eru gult og svart.